Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráðstevna: Lokkarin í nýggjum klæðum

kris.fo

Kendi danski sálarfrøðingurin Per Frederiksen frá Aalborg Universitet, luttekur á ráðstevnuni “Lokkarin í nýggjum klæðum…”, við áhugaverdum fyrilestri.

Fyrilestur hansara “Den mørke side af internettet: manipulation, grooming, digitale krænkelser og AI” fer at geva okkum eitt betri forstáilsi av, hvussu kynsligur ágangur gongur fyri seg á netinum og hvussu vit kunnu fyribyrgja hesum – og eisini skilja tey seinárin, ið tey, sum hava upplivað slíkan ágang, stríðast við á lívsleiðini. Per Frederiksen hevur fleiri ára royndir á økinum og hevur eisini í langt áramál verið knýttur at Red Barnet. 

Í fyrilestrinum fer Per Frederiksen serliga at tosa um myrku síðuna av internetinum – og geva okkum innlit í eina aðra og myrkari síðu av internetinum.

Ráðstevnan verður í NLH tann 27. oktober.

Atgongurmerki kunnu keypast við at senda teldupost á kris@kris.fo ella www.nlh.fo