Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

70 feløg undir tvingsilsavtøku – flestu eru ÍVF

Jóhann Lützen

Tilsamans 70 føroysk feløg eru í dag 15. september skrásett undir tvingsilsavtøku.

Av teimum eru 40 íverksetarafeløg (ÍVF), 29 smápartafeløg (Sp/f) og bert eitt partafelag (P/f). Íverksetarafeløgini telja sostatt meira enn helvtina av øllum feløgunum á listanum.

Tvingsilsavtøka merkir ikki neyðturviliga húsagang. Feløg kunnu verða send til tvingsilsavtøku, um tey ikki lúka lógarásett krøv um eitt nú leiðslu, roknskap ella onnur skrásetingarviðurskifti.

Upplýsingarnar hevur Norðlýsið frá Skráseting Føroya og Eigarayvirlitinum