Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miriam úr Klaksvík í bestu donsku badmintondeildini

Jóhann Lützen

Badmintonspælarin Miriam í Grótinum hevur vunnið sær pláss á besta liðnum hjá KBK, sum er flutt upp í bestu donsku badmintondeildina.

Miriam er ættað úr Klaksvík og hevur seinnu árini verið millum fremstu føroysku badmintonspælararnar. Hon hevur fleiri føroyameistaraheiti og vann eisini gull á Oyggjaleikunum í 2025.

Nú bíðar ein nýggj og størri avbjóðing í sterkastu donsku deildini.

– Tað kennist óveruligt, sigur Miriam í Grótinum við Kringvarp Føroya