Føroya Banki og Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hava longt stuðulssamstarvið, og Føroya Banki heldur fram sum høvuðsstuðul. Stuðulin tryggjar, at øll føroysk børn, sum búgva uttanlands, kunnu fáa føroyskar bøkur sendar heim fyri sama prís sum børn í Føroyum.
Eitt av høvuðsendamálunum hjá Bókaklubbanum er at geva børnum atgongd til góðar, spennandi og viðkomandi bøkur á føroyskum.
«Øll føroysk børn eiga at hava møguleika og atgongd at lesa góðar føroyskar bøkur, sama hvar í heiminum tey búgva. Vit síggja, at áhugin millum limir uttanlands heldur fram at vaksa, og tí fegnast vit um, at Føroya Banki heldur fram sum høvuðsstuðul,» sigur Sigfríður Sólsker, stjóri í Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Samstarvið byrjaði í 2016 og fevndi tá bert um útisetabørn í Danmark. Tá vóru bert fáir limir uttanlands, men síðani er talið vaksið munandi. Í dag eru fleiri enn 302 børn, ið eru búsitandi uttan fyri Føroyar, limir í Bókaklubbanum og fáabøkur sendandi sjey ferðir um árið.
«At lesa hevur stóran týdning fyri málmenningina hjá børnum, og tí halda vit tað vera umráðandi, at føroysk børn uttanlands hava somu atgongd til føroyskar bøkur sum børn í Føroyum. Tað gleðir okkum at síggja, at nógv fleiri børn uttanlands fáa føroyskar bøkur í dag enn fyri nøkrum árum síðani,» sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka.
Umframt stuðulin til útisetabørn hevur Føroya Banki eisini seinastu árini latið øllum børnum, ið byrja í 1. flokki, eina bókagávu.