Amarant
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðlýsið skilir: Margret á føroyskar hendur

Jóhann Lützen

Norðlýsið skilir, at felagið, sum átti uppsjóvarskipið Ango, hevur keypt íslendska nótaskipið Margret.

Eftir tí, sum Norðlýsið hevur fingið upplýst, skal skipið handast nýggju føroysku eigarunum í Skagen í seinasta lagi við mánaðarlok.

Margret er umleið 72 metrar langt, bygt í 2008 og siglir í løtuni undir íslendskum flaggi.

Tíðindini um søluna eru ikki alment váttað.

Amarant