Amarant
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Paz ger samstarv við gitnu sponsku matstovuna Los 33

Jóhann Lützen

Eitt kvøld. Tvær matmentanir. Ein serstøk uppliving. So stutt kann tað lýsast, tá ið víðagitna spanska matstovan, Los 33, og føroyska matstovan, Paz, renna saman til eina heilt serstaka matuppliving 26. september. 

Tíðindaskriv

Los 33, ið er ein háttvird matstova í Madrid, er kend fyri at gera mat yvir eldi – við lokalum, sponskum rávørum. Hetta eina kvøldið fer teirra køkur at renna saman við matlistini hjá Paz, ið byggir á føroysku matmentanina og føroyskar rávørur. 

Faer Isles Distillery í Kvívík – og vakra føroyska landslagið har – verða karmur um serstøku upplivingina. Eitt kvøld, har eldur, náttúra og fyrstafloks rávørur renna saman til eina stóra uppliving, sum fagnar matlistini.

Matskráin er hegnisliga evnað til hetta eina høvið.

Upplivingin byrjar í Paz í Dokara Jakobsensgøtu. Síðani verða gestirnir koyrdir til Kvívíkar, har kokkarnir bíða við einari eksklusivarimatskrá. Nakrir av eyðkendu rættunum hjá Los 33 verða settir saman við einum úrvali av føroyskum sjógæti og rávørum úr Norðuratlantshavinum. 

Eftir upplivingina verða gestirnir koyrdir aftur til Paz, har kvøldið endar við einum drykki í Doktaranum.

Plássið er sera avmarkað – einans 50 gestir, ið allir sita við eitt stórt felagsborð.

Tryggja tær plássið her: https://paz.fo/

Prísurin er 2.400 kr fyri alla upplivingina, ið byrjar í Paz kl. 17:00.
Til ber eisini at møta á Faer Isle í Kvívík, og tá er prísurin 1.900 kr. 

Amarant