Ein nýggj norðurlendsk kanning vísir, at 60 prosent av ungum drekka orkudrykk minst eina ferð um vikuna. Umleið fimti hvør drekkur orkudrykk hvønn dag.
Millum tey 15–19 ára gomlu siga 30 prosent seg hava kent neiligar heilsuárin sum hjartabankan, svøvntrupulleikar og svimbul. Næstan helvtin kennir av og á, at tey ikki koma ígjøgnum dagin uttan orkudrykk.
Samstundis byrja nógv tíðliga. 39 prosent siga, at tey vóru 13 ár ella yngri, tá tey fyrstu ferð drukku orkudrykk.
Svensk ung drekka mest. Har drekka 28 prosent orkudrykk hvønn dag og 75 prosent minst eina ferð um vikuna. Danmark liggur lægst við ávikavist 14 og 43 prosentum.
Kanningin fevnir um 4.916 ung úr Svøríki, Danmark, Finnlandi, Noregi og Íslandi. Føroyar eru ikki við, og tí vita vit ikki, um føroyski ungdómurin hevur somu nýtslu.
Rapportin er fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum. Endamálið er at gera tilmæli um politisk átøk, sum kunnu minka um nýtsluna av orkudrykkjum millum ung. Tilmælini skulu leggjast fram á sumri 2027.
