Meira enn 400 luttakarar frá 16 ymiskum myndugleikum og felagsskapum vóru seinnapartin í dag við í eini
umfatandi tilbúgvingarvenjing, sum varð hildin í Vága Floghavn, tá alarmurin fór í gongd kl. 16.32.
Endamál
Endamálið við venjingini var at royna tilbúgvingina hjá Vága Floghavn, kommunalu tilbúgvingini, løgregluni,
Sjúkraflutningstænastuni og hjá øllum øðrum pørtum, sum eru knýttir at tilbúgvingini fyri flogvøllin, fyri á tann
hátt at staðfesta hvussu allar uppgávur í eini stórari vanlukku verða loystar.
Fyrireikingar
Ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur við limum frá Vága Floghavn, løgregluni og Sjúkraflutningstænastuni hava
í uml. 1 ár fyrireikað venjingina. Hóast dagurin fyri venjingina hevur verið ásettur í longri tíð, so hava bert fá
fólk havt kunnleika til innihaldið í venjingini, og er hetta fyri at gera hana so veruleikakenda sum til ber, fyri
allar luttakandi partar.
Innihaldið í venjingini
Í stuttum var innihaldið í sjálvari venjingini, at eitt flogfar við 153 fólkum umborð, fór av breytini á norðaru
síðu undir lending miðskeiðis á flogbreytini, og eldur kom í. Venjingin fevndi bæði um skaðastaðsleiðslu og
kreppuleiðslu hjá Vága Floghavn, løgregluni, Atlantic Airways og hjá Torninum á flogvøllinum. Á skaðastaðnum
fevndi venjingin um eldsløkking, roykkaving, at bjarga fólki, bráfeingis skaðaviðgerð á skaðastaðnum,
sjúkraflutning við sjúkrabilum, skráseting av fólkum, evakuering av farstøðini, og fyribyrging av dálking frá eini
slíkari vanlukku, umframt fleiri aðrar størri og smærri avbjóðingar. Eisini varð vant í at stongja flogvøllin fyri
flogferðslu, at umdirigerða flogferðslu og at enda, at lata flogvøllin uppaftur fyri flogførum.
Tilsamans vóru luttakarar frá heili 16 ymiskum myndugleikum og felagsskapum við í venjingini. Samanlagt vóru
yvir 400 fólk við í venjingini, harav uml. 130 statistar, uml. 150 sløkkiliðs- og bjargingarfólk og so eini 130 onnur
starvsfólk.
Luttakandi partarnir í venjingini vóru
• Vága Floghavn
• Løgreglan
• Sjúkraflutningstænastan
• Tornið á flogvøllinum
• Atlantic Airways
• Tyrlutænastan
• MRCC
• Sørvágs Sløkkilið
• Vága Sløkkilið
• Vestmanna Sløkkilið
• Kvívíkar Sløkkilið
• Vága Bjargingarfelag
• Reyði Krossur
• Zarepta
• Giljanes Bussar
• Dronueindin hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg
Føroyskir og útlendskir eygleiðarar
Fleiri føroyskir og danskir eygleiðarar fylgdu venjingini, og ein nágreinilig eftirmetingarfrágreiðing verður liðug
í november. Longu eftir venjingina í kvøld hava ymsu partarnir havt eina skjóta og stutta samanumtøku har
staðfestast kann, at fleiri uppgávur vóru loystar júst sum ætlað og væntað, meðan tað eisini eru nakrar
uppgávur, har tað er ætlanin at hyggja nærri at, hvussu tey viðurskiftini kunnu betrast, og sum kunnu verða
partur av næstu stóru venjingini av hesum slag.
Føroyskir miðlar
Umframt føroyskar og útlendskar eygleiðarar, vóru fleiri føroyskir miðlar til staðar og eygleiddu venjingina.
Takksom hjá Vága Floghavn
Hjá Vága Floghavn eru vit sera takksom fyri stóru hjálpina vit hava fingið frá øllum luttakarunum, og ikki minst
frá øllum sum hava fyrireikað venjingingina, Zarepta sum hevur lagt hús til, og frá statistunum, sum dugdu at
gera venjingina sera veruleikakenda og avbjóðandi fyri tilbúgvingarfólkini á skaðastaðnum.
Eisini vil Vága Floghavn takka Kringvarpi Føroya fyri góða hjálp í samband við venjingina.