Amarant
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trump gevur vitlíki nýtt navn

Jóhann Lützen

Donald Trump vil ikki longur kalla AI fyri artificial intelligence – kunstigan intelligens. Amerikanski forsetin heldur, at tøknin frameftir skal kallast super intelligence, ella supervit.

Trump sigur, at orðið artificial er bæði skeivt og óhóskandi. Hann hevur tí kunngjørt, at amerikanska stjórnin frameftir fer at brúka heitið super intelligence.

Forsetin hevur eisini boðað frá ætlanum um eina serliga SI-deild og ein SI-samskipara í amerikonsku stjórnini.

– Tann, sum vinnur AI-kappingina, vinnur, segði Trump í røðu síni á ST-aðalfundinum.

USA og Kina kappast í løtuni um at ganga á odda innan vitlíki. Samstundis hevur Trump víst aftur ávaringar um, at tøknin kann gerast ein hóttan móti mannaættini. Hann kallar slíkar ávaringar fyri svik.

Amarant