Amarant
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Veggjalist – bóndasamfelagið í myndum

skulatrod.fo

Tað var so fjálgt at koma oman í Ósaskúlanum í seinastu viku. Har hingu vakrir og litfagrir málningar, sum siga søguna um eina farna tíð – bóndasamfelagið.

Vit síggja kvinnu mjólka kúnni, fólk skera torv, í hoynað, neytagentur ganga og binda, menn reka seyð, í bjørgunum eftir fugli, bátar í grind, menn draga bátin upp og fólk í dansi.

Tað er vist, at hesir vøkru málningar siga søguna á ein greiðan og einfaldan hátt. Næmingar hava gott hegni at mála og ein dugnaligan lærara, má sigast.

Tað eru næmingar í 7. flokki, sum hava málað arbeiðslívið, sum myndaði bóndasamfelagið. 

Amarant