Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, krevur nú greitt svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum um nógv umrødda umkoyringarvegin í Klaksvík.
Ætlanin var, at arbeiðið við umkoyringarvegnum undir Kjølinum skuldi byrja í 2026. Verkætlanin varð kortini skitserað longu í 2007, og enn er ógreitt, nær farið verður undir endaligu projekteringina.
Umkoyringarvegurin skal leiða serliga tungu ferðsluna uttan um bústaðarøkini og lætta um trýstið á eystursíðuni í Klaksvík.
Hagtøl hjá Landsverki vísa, at umleið 2.500 akfør koyra við Gerðabø hvørt samdøgur og meira enn 3.000 við Ánirnar. Umleið fimm prosent eru lastbilar. Øll ferðsla norður um Klaksvík skal í dag gjøgnum býin.
Hermann Ronnason Samuelsen spyr Jacob Vestergaard, landsstýrismann, nær endaliga projekteringin byrjar, hvussu verkætlanin verður raðfest í samferðsluætlanini, og hvat hon væntandi fer at kosta.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógv longu er brúkt til fyrireikingar, og hvat enn vantar, áðrenn ein verklagslóg kann leggjast fyri Løgtingið.

