Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, um komandi javnviðgerðarlógin fer at banna mismuni vegna aldur á arbeiðsmarknaðinum.
Landið avtók fasta fráfaringaraldurin í 2025, og Tórshavnar kommuna hevur gjørt tað sama. Fleiri kommunur hava tó framvegis ein fráfaringaraldur á 70 ár.
Hetta kann merkja, at fólk, sum hava førleikarnar, heilsuna og ynskið at arbeiða víðari, kortini verða noydd úr starvi, bara tí tey eru fylt 70 ár. Tvey fólk við somu førleikum kunnu sostatt verða viðgjørd ymiskt alt eftir, hvør arbeiðsgevarin er.
Eyðgunn Samuelsen vil hava at vita, nær uppskotið um javnviðgerðarlóg verður lagt fyri Løgtingið, og um lógin fer at tryggja, at aldur ikki einsamallur kann vera grundarlag fyri uppsøgn.
Hon spyr eisini, hvørji grannalond longu hava lóggávu, sum tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Norðlýsið fylgir málinum.
