Amarant
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verða føroyingar býttir í A- og B-kommunur?

Jóhann Lützen

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spyr nú Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um Føroyar eiga at fáa eina kommunala útjavningarskipan.

Føroysku kommunurnar hava sera ymisk fíggjarlig grundarløg, men skulu kortini veita borgarunum somu grundleggjandi vælferðartænastur. Hetta sæst serliga á eldraøkinum, har útreiðslurnar eru vaksnar, síðan ábyrgdin varð løgd til kommunurnar í 2015.

Jóhannis Joensen spyr, um verandi skipan kann føra til vaksandi mun á bæði skattatrýsti og tænastustøði. Vandin er, at borgarar í fíggjarliga veikari kommunum skulu rinda meira fyri at fáa somu tænastur sum borgarar aðrastaðni.

Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at kanna ein nýggjan fíggingarleist fyri eldraøkið. Løgtingsmaðurin vil tí vita, um kommunal útjavning verður partur av arbeiðinum, og um ein slík skipan kann verða treytað av kommunusamanleggingum.

Føroyar eru sambært fyrispurninginum einasta Norðurland uttan kommunala útjavningarskipan.

Sí fyrispurningin her

Amarant