Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

GOFøroyar vil fáa meira burtur úr bilunum, vit longu hava

Jóhann Lützen

Nýggi føroyski pallurin GOFøroyar ger tað møguligt hjá bæði privatfólki og fyritøkum at leiga bilar út, tá teir ikki verða brúktir.

Samstundis kunnu onnur finna og bóka bil gjøgnum pallin.

Vit vilja byggja eina tænastu fyri føroyingar. Tað kann vera ein sjómaður, sum hevur ein bil standandi stóran part av árinum, ein familja við tveimum bilum, eldri fólk, sum ikki koyra hvønn dag, ella ein fyritøka við bilum, sum ikki altíð eru

í nýtslu. Hugsanin er, at tey kunnu fáa meira burtur úr bilunum og samstundis fáa møguleika fyri einari eyka inntøku, sigur Bereket Yacob, stovnari av GOFøroyar.

Bileigarin avgerð sjálvur, nær bilurin er tøkur til leigu. Málið við GOFøroyar er at gera tað einfalt bæði at leggja ein bil út og at finna og bóka ein bil.

GOFøroyar kann eisini koma ferðavinnuni til góðar við at gera fleiri bilar tøkar, serliga í tíðarskeiðum, tá eftirspurningurin er stórur.

Vit halda, at tað gevur góða meining at fáa meira burtur úr teimum bilum, sum longu eru í Føroyum. Um ein bilur annars hevði staðið stillur, kann hann í staðin koma einum øðrum til góðar, sigur Bereket.

Fyrstu 15 bilarnir fáa fyrstu bókingina uttan platformsgjald

Í sambandi við at GOFøroyar letur upp, fáa fyrstu 15 bilarnir, sum verða lagdir út og góðkendir á pallinum, fyrstu bókingina uttan platformsgjald.

Vit vilja geva teimum fyrstu bileigarunum eina góða orsøk til at royna GOFøroyar og síggja, hvussu tað riggar, sigur Bereket.

Hevur tú ella fyritøkan hjá tær ein bil, sum ikki verður brúktur alla tíðina?

Legg hann út á GOFøroyar á www.goforoyar.fo.