Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat nú KÍ?

Norðlýsið

Hetta eru syrgilig tíðindi fyri ein og hvønn klaksvíking og KÍ’ara: Mikkjal K. Thomassen,venjarin, sum fekk KÍ úr ongamannalandið til tað stórfelagið, vit nú kenna til, er kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá arvafíggindanum, HB, tey komandi trý árini.

Alt broyttist, tá Mikkjal kom.

Vit skulu heilt aftur til endan av 2014, tá Mikkjal bleiv kunngjørdur sum høvuðsvenjari í KÍ. Fýra ár frammanundan hevði KÍ spælt í 1. deild, og árið fyri, í 2013, var KÍ 5 stig frá at flyta niðuraftur – og endaði 2014 í ongamannalandi á sætta plássið. KÍ var ikki nær námindis at vinna nakað steyp av nøkrum týdningi. Heldur hinvegin var vandi fyri at enda sum eitt yo-yo lið, ið flytur millum 1. deild og bestu deildina.

Tvey ár seinni, í 2016, vann KÍ sítt fyrsta steyp síðani 1999, har teir vunnu steypakappingina, og vóru bara 1 stig frá greipuni. Í 2017 var tað bara málmunurin, sum gjørdi at FM fór til Víking, men í 2019 vann KÍ sítt fyrsta FM í 20 ár.

KÍ var klárt best

Burtursæð frá einum svipsara í 2020, har korona nokk hevði sína ávirkan, gjørdist KÍ bara betri og betri undir Mikkjali: í 2021 vann KÍ føroyameistaraheitið sannførandi, har teir við 99 málum sligið rekordina í landskappingini fyri flest skora mál í einum ári. Árið eftir vunnið teir enn meir sannførandi og slógu metið fyri mest stig við 77 stigum av 81 møguligum, og vóru fyrsta liðið síðani 1989, sum ikki tapti ein einasta dyst í einum kappingarári.

Aftaná 2022 fór Mikkjal til Norra at royna seg, og í 2023 toppaði KÍ veruliga, har teir, sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð, rukku eitt evropeiskt bólkaspæl, og teir vunnu eisini FM. Nógv vildu mett, at hetta var tað besta føroyska liðið nakrantíð.

Pílarnir peika…?

Tey flestu spáddu og væntaðu, at KÍ fór at dominera tey komandu árini uttan stórvegis trupulleikar, og eins og um Titanic varð sagt, at felagið ikki kunna søkka – tað kundi ikki kiksa hjá KÍ.

Sum árið 2024 nærkaðist, varnaðust sprekkur í lakkinum. Høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, fór, beint áðrenn pre-season byrjaði, og Kí stóð nú uttan venjara, og ein øgiliga skaðaplágaðan hóp frá einum óvanliga langum kappingarári.

Í skundi setti KÍ Haakon Lunov sum høvuðsvenjara, og longu eftir tríggjar mánaðir var KÍ varpað úr steypakappingina, og lá seks stig aftanfyri nr. 1 í landskappingini.

Haakon fekk sekkin, og hjálparvenjarin Espen Haug tók yvir restina av árinum. Men skaðin var longu hendur, og KÍ vann einki hetta árið

Hetta skuffandi árið hevur óivað motiverað spælararnar, tí undir Magnus Powell í 2025 vann KÍ greipuna fyri fyrstu ferð síðani 1999, og har vóru aftur høgar vónir til 2026.

66-liðið 2.0 ?

Hóast tær høgu vónirnar vísir 2026 seg aftur at kunna verða eitt skuffandi ár uttan nakað steyp. Kenslan, sum mong standa við, er, at KÍ í besta føri er stagnerað, og luftin tykist at vera farin úr hesum liðnum.

Bulurin á liðnum er enn spælarar frá tíðini, tá Mikkjal var venjari:

* Odmar Færø 

* Jóannnes Kalsø Danielsen

* Jákup Biskopstø Andreasen

* Deni Pavlovic

* René Shaki Joensen

* Árni Frederiksberg

* Páll Klettskarð

Tað merkist, tá hesir ikki eru tøkir, og meðan KÍ ikki megnar at styrkja um bulin gjøgnum fleiri ár, so tykist liðið til at vera stagnerað.

Hetta KÍ-liðið minnir nógv um 66-liðið, har man hevur eitt fantastiskt lið, sum vinnur fleiri FM á rað, og aftaná eitt skuffandi ár uttan steyp, tekur man seg saman og vinnur eitt síðsta FM aftrat.

Her kann ein gerast bangin fyri, at KÍ endurtekur søguna, tí aftaná 66-liðið, vann KÍ bara 5 steyp tilsamans tey næstu 40 árini, og raktu botnin við at flyta niður til 1. deild í 2009.

Ein glotti fyri framman

Við setanini av Fróða Benjaminsen fer KÍ í gongd við enn ein nýggjan leist. Hetta er eitt sats uppá ein óroyndan venjara, og bert tíðin fer veruliga at vísa, um hetta fer at rigga.

Har eru tó nakrar ábendingar um, at hetta kann fara hepnast.

Fróði er ein vinnari, og hann veit, hvat skal til fyri at vinna. Hann nevndi í samrøðu við Norðlýsið, at ein av grundunum til, at hann valdi KÍ, er, at teir vilja vinna, og at uttan hetta trýstið at skula avrika hevði tað verið forferdiliga óinteressant.

Mikkjal var eisini eitt sats, tá hann varð settur sum KÍ venjari, har nógv ikki trúðu, at Mikkjal hevði tað, sum skuldi til fyri at vinna í KÍ. Hann fekk eisini bara ein sáttmála fyri eitt ár fyrst.

Fróði er ólíkur útlendsku venjarunum, sum KÍ hevur havt síðani Mikkjal, á tann hátt, at hann kennir øgiliga væl føroyskan fótbólt og hevur kanska eitt enn betri innlit í yngri spælarar sum U17 og U19 landsliðsvenjari.

Nýtt ímóti gomlum

11. oktober verður klassikarin í Gundadali, har KÍ við Fróða á odda, skal møta HB við Mikkjali á odda. KÍ hevur einki at missa, men alt at vinna, og vónandi koma nógv fólk at heppa uppá KÍ og Fróða.

Takk fyri alt tú hevur gjørt fyri KÍ, Mikkjal. Vónandi verður tíðin í HB stokkut.

Bestu eydnu í Kí, Fróði.

Koyr á KÍ!