Føroyar skulu hava somu fólkarættarligu viðurkenning av sjálvsavgerðarrættinum, sum Grønland hevur fingið. Tað skrivar Beinir Johannesen, løgmaður, í kvøld.
Í nýggjari avtalu millum Grønland, Danmark og USA verður staðfest, at avgerðir um framtíð Grønlands verða tiknar av grønlendingum. Sambært løgmanni eigur avtalan at slóða fyri, at Føroyar verða javnsettar við Grønland.
– Í Føroyum ráða føroyingar, og avgerðir um Føroya framtíð verða tiknar av føroyingum og ongum øðrum, skrivar Beinir Johannesen.
Hann vísir á, at tað í samgonguskjalinum stendur, at Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja Føroyum.
Danska stjórnin hevur longu viðurkent grønlendingar sum eitt fólk sambært fólkarættinum við rætti til sjálvsavgerð. Men sama viðurkenning er ikki givin Føroyum.
Løgmaður sigur, at ein slík staðfesting ikki hevði broytt gerandisdagin hjá føroyingum í morgin. Men hon hevði tryggjað, at tá føroyingar einaferð skulu taka støðu til framtíð Føroya, liggur fólkarættarliga avgerðin hjá føroyska fólkinum.
– Tað hevði verið eitt stórt og prinsipielt stig rætta vegin fyri okkara land – og avgjørt nakað, vit eiga at standa saman um, skrivar løgmaður.
