Amarant
Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar mugu ikki elta Europa

Ben Arabo

Veljarar í Europa tysja til ytsta høgravongin, sum í nógvum førum er beinleiðis fremmandafíggindaligur, og til ytsta reyð/grøna vinstravongin sum hevur uppruna í tí totalitera partinum av vinstravonginum, sum fyrr var myndaður av ymsum kommunistiskum fylkingum, sum søguligani sæð altíð hava tikið feil í øllum.

Fascisman og kommunisman eru tveir bøllar av sama dyntli. Ideologisk systkinabørn, har avmarkan av talufrælsi, einsrættan, og eitt sterkt kúgandi statsapparat eru felags eyðkenni. Europa hevur sæð báðar skipaninar fyrr, og tað vildi verið ein vanlukka, um man fór aftur tann vegin.

Vit síggja eisini í norðurlondum, at gomlu flokkarnir ganga aftur, meðan ytstu veingirnir vinna fram.

Tilflytarapolitikkurin

Høvuðsorsøkin til at veljarar flýggja til ytstu veingirnar í politikki er, at fleiri europeiskir javnaðarflokkar og etableraðir høgraflokkar sum týski CDU hava ført ein tilflytarapolitikk, sum hevur gjørt, at hundraðtúsundtals tilflytarar eru komnir, serliga úr muslimskum londum.

Tað ber ikki til at hava víðopin landamørk, og gera tað frítt fyri allan heimin at flyta til Europa.

Kriminalhagtøl og hagtøl fyri almannaveitingar í Europa tala sítt týðiliga mál, og europeisku veljarnir finna seg ikki í hesum.

Vit eru eisini farin at síggja eina margháttliga samanrenning millum ytsta vinstravongin og islamistar, og hevur hetta givið trupulleikar, sum vit ikki hava sæð fyrr. Í hvussu so er ikki í Norðanlondum.

Svenska valið

Í júst farna valinum í Svøríki blivu 33 uppstillaði í svenska vinstraflokkinum koyrd av listanum, tí at svensku miðlarnir við Expressen á odda avdúkaðu, at hesi høvdu spjatt antisemitiskar konspiratiónsteoriir, holocaust avnoktan, stuðlað Hamas og stuðlað Vladimir Putin. Nú er so illgruni um mutursgølu í sama flokki, har fólk hava fingið pening fyri at farið inn við forútútfyltum atkvøðuseðlum, sum stuðlaðu eitt valevni av somaliskum uppruna.

Í Svøríki, eins og í meginpartinum av Europa, hava etableraðu flokkarnir í ein alt ov stóran mun avnoktað trupulleikarnir. Hetta straffa veljarar hesar flokkar fyri.

Elitistiskur markeringspolitikkur

Tað eru eisini onnur ting, sum hava stygt veljarar burtur frá miðjuni í europeiskum politikki. Í eitt nú Týsklandi og Bretlandi, hevur verið førdur ein orkupolitikkur, sum hevur hækkað elprísir, og økt um orkufátakrædømið og arbeiðsloysið um alt Europa.

Etableraðir flokkar í Europa hava eisini fremmandagjørt sínar veljarar við at fara út eftir ekstremum tangentum í førda politikkinum seinnu árini, tá tað umræður elitistiskan markeringspolitikk.

Í Skotlandi hevur man í navninum hjá politiskari korrektheit loyvt monnum at fara í kvinnufongsul við 100% forútsigeligum úrsliti.

Í Norra og Bretlandi hava javnaðarstjórnir viðurkent Palestina sum stat, hóast har ikki er demokrati, javnstøða ella líkheit fyri lógini. Ójavnin er øgiligur, mannarættindi verða ikki vird, og stýrið er gjøgnumkorrupt. Stýrið í Palestina er snøgt sagt tað diametralt mótsatta av tí, sum ein javnaðarflokkur eigur at standa fyri, men hóast hetta valdi man at viðurkenna Palestina sum stat.

Slík elitistisk gloriupussan er at halda vanliga veljaran fyri gjøldur, og tað reagerar veljarin uppá.

Føroyar mugu ikki endurtaka feilirnar

í Føroyum mugu vit ikki endurtaka feilirnar, ið man hevur gjørt í Europa. Tað vil eg í hvussu so er gera mítt til at forða, so vit ikki fáa trupulleikarnir og ekstremu polariseringina, ið vit síggja í Europa.

Tað er umráðandi at Javnaðarflokkurin í Føroyum heldur bæði beinini á jørðini á øllum økjum, og stendur fyri einum innflytarapolitikki, sum ikki letur dyrnar á víðan vegg fyri allari verðini. Vit skulu halda fram við avmarkaðari arbeiðskraftsinnflyting, og annars restriktivum reglum fyri, hvør kann búsetast í Føroyum.

Tað er eisini umráðandi, at vit føra ein orkupolitikk, sum tryggjar ivaleyst av orku so bíligt sum gjørligt. Vit mugu ikki politisera rávørur, sum man hevur gjørt tað í stórum pørtum av Europa við øktum orkufátækradømi, øktum arbeiðsloysi og minni okrkutrygd sum úrslit.

Við einum balanseraðum politikki tryggja vit eitt trygt samfelag til okkara eftirkomarar, grundað á demokratisk virðir, og ein sterkan, fjøltáttaðan og vaksandi búskap, sum dregur ungdómin aftur til Føroya og tryggjar góð livikor í Føroyum við einum trygdarneti, sum er spent undir okkum øll, og sum loftar teimum, ið missa heilsuna, ella snáva á annan hátt. Tað burdi verið góður javnaðarpolitikkur.

Amarant