Uttanríkis- og fiskimálaráðið hevur lýst starvið sum stjóri á Vørn leyst. Nýggi stjórin fær evstu ábyrgdina av einum stovni, sum bæði umsitur fiskiloyvi, hevur fiskiveiðieftirlit og røkir leiting, bjarging, tilbúgving og veðurtænastu.
Vørn fevnir millum annað um Fiskiveiðieftirlitið, MRCC/Tórshavnradio og Veðurtænastuna. Skipini Brimil og Tjaldrið hoyra eisini til stovnin. Stjórin skal tryggja, at hesi ymisku økini virka sum ein samlað eind, samstundis sum játtanirnar verða hildnar.
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi hægri útbúgving ella samsvarandi royndir, innlit í almenna fyrisiting og førleika at veita landsstýrinum ráðgeving. Altjóða útsýni og greið samskiftisevni verða eisini eftirspurd.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 16. oktober klokkan 12.
