Í kvøld skal Klaksvíkar býráð viðgera fíggjarkarmin fyri 2027. Raksturin er settur til góðar 333 milliónir krónur, nærum 93 milliónir meira enn í 2021. Samstundis er íløgukarmurin bert 59,5 milliónir krónur, um kommunan ikki tekur nýggj lán. Tað eigur at fáa býráðið at spyrja: Hevur kommunan tikið ov nógvar uppgávur á seg?
Íløgutørvurin er stórur. Politikarar hava tosað um fimleikarhøll, víðari menning av ítróttardeplinum, eldradepil og næsta byggistig á Skúlatrøð. Eisini eru ætlanir um bústaðarøkið á Fossum, miðbýin og nýtt havna- og vinnuøki í Ánunum. Talan er um verkætlanir á ymiskum stigum, men tær kunnu ikki allar fáa fremstu raðfesting samstundis.
Kommunan skal røkja sínar lógarbundnu uppgávur, og serliga eldraøkið krevur meira. Norðoya Bú- og Heimatænasta er sett til 106,2 milliónir krónur í 2027, 12,7 milliónir meira enn í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2026. Tá ið slíkar útreiðslur vaksa, verður minni eftir til nýggjar íløgur.
Tí eigur býráðið at kanna, hvørjar aðrar tænastur kommunan sjálv skal reka. Kundu privatar fyritøkur rikið til dømis bussleiðina ella grótbrotið? Kunnu uppgávur hjá smiðjuni, í kirkjugørðunum, innan reingerð, viðlíkahald og røkt av grønum økjum bjóðast út? Kommunan hevði framvegis ábyrgdina av, at tænasturnar verða veittar eftir greiðum krøvum.
Eingin sparing er staðfest, fyrr enn kostnaðurin við verandi rakstri er samanborin við verulig tilboð, íroknað eftirlit og umsiting. Men fæst ein varandi nettosparing í rakstrinum, kann hon geva størri íløgurúm ár eftir ár. Býráðið má eisini minnast til, at ein nýggj høll ella ein nýggjur depil skal rekast, tá ið byggingin er liðug.
Í kvøld fáa vit kanska nærri vitan um hvat skal byggjast fyrst, hvat kann bíða, og hvørt kommunan ætlar at lata onnur loysa núverandi kommunalar uppgávur, so hon fær ráð til sínar kjarnuuppgávur?
Býráðsfundurin er í Varpinum, hann er almennur og byrjar kl. 17.30.
Til ber eisini at stroyma fundin á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
