Hann fer at liggja millum útsynning og landsynning alla vikuna. Fyrstu dagarnar upp í strúk í vindi, tá ið mesti vindurin er, men fram ímóti vikuskiftinum upp í hvassan vind ella skrið. Tvey brúgvaløg við regni fara ætlandi framvið, men næstan hvønn dag ælaveður. Ælini verða ikki javnt býtt til alt landið, men fara at vera títt og fleiri ímóti ættini – og ikki so títt og færri undan ættini. Hitalagið nokkso støðugt ímillum 6 og 13 stig.
Eitt hátrýst er yvir Vesturevropa, og tað fer at vera har meginpartin av vikuni. Lágtrýst royna at trýsta seg inn ímóti hátrýstinum, men tað megna at halda tey burtur frá sær. Føroyar liggja mitt undir mótinum, har hesi trýsta á hvønn annan. Út á vikuna fer hátrýstið eystureftir, og lágtrýstini sleppa nærri okkum.
Veðrið hetta og fram til næsta vikuskifti:
Mánadagin:
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Seinnapartin minkar vindur niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Um náttina lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 12 stig.
Týsdagin:
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, sum frá líður og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 13 stig.
Mikudagin:
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin minkar vindurin so líðandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Um kvøldið veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina gongur hann niður í sunnan, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.
Hósdagin:
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Tá líður á seinnapartin minkar vindurin so við og við niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og turt. Hitin 7 til 12 stig.
Fríggjadagin:
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og stundum regn. Um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 12 stig.
