Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi dagur í Betesda sunnudagin

Betesda

Sunnudagin verður nógv áhugavert á skránni í Betesda – eitt nú fer Jákup Eli Østerø at tala til tey vaksnu í bíbliuløtuni kl. 13:00, og á møtinum kl. 18 fer Óli á Grømma at tala út frá Hebr. 10:19-25. Sangkórið luttekur, og dópur verður.

Skráin fyri sunnudagin í Betesda er henda:

Kl. 11:00-12:15 Morgunmøti – ungu trúboðarahjúnini Daniel og Krissy takka fyri hesaferð

Kl. 12:15-13:00 Kaffi í gongini (beint eftir morgunmøtið)

Kl. 12:30-13:00 Sunnudagsskúlin byrjar við sangi í salinum

Kl. 13:00-13:30 Børnini fara í flokkarnar + Bíbliuløta í salinum, Jákup Eli Østerø talar

Kl. 14:30-15:30 Enskt møti

Kl. 18:00-19:00 Evangeliskt møti, har Óli á Grømma talar út frá Hebr. 10:19-25. Sangkórið luttekur, og dópur verður. Til seinast á møtinum takka Ragnar og Liz fyri hesaferð. 

Hjartaliga vælkomin 😊