Føroyar vóru omaná og høvdu fleiri og størru málmøguleikar, men tað endaði við javnleiki í fyrsta dystinum í hesum bólkinum í Nations League.
Í uppstillingini vóru átta útisetar og tríggir leikarar í føroysku kappingini, sum vóru Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø og Petur Knudsen.
Áki Samuelsen skoraði føroyska málið, ið var væl samanspælt, meðan málið hjá Kasakstan kom eftir hornasparksinnlegg.
Javnleikurin var eitt vónbrot, ti her vóru møguleikar at vinna dystin og mótstøðuliðið, sum eisini var skert, tóktist ikki ræðandi.
Síðstu 20 minuttirnar saknaðu mong eitt føroyskt trýst, men tað kom ongantíð. Kasakstan legði einki fyri at fáa sigursmálið, men kom sjáldan í trupulleikar síðsta partin av dystinum. Tað var ov lítið bit í føroyska álopspartinum í opna spælinum stóran part av dystinum, men tað merktist helst eisini, at fleiri leikarar við málstigum í fjør manglaðu.
