Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lutakastið til EM í dart verið dag

Kristian Joensen

Í komandi viku verður europameistaraheitið fyri lið við Tjarnir, tilsamans 71 landslið eru við. 37 hja monnum og 34 hja kvinnum. Í morgun var so lutakasti til kappingina í ein og tvímansleiki.

Lutakasti er spennandi hja baði kvinnum og monnum

Jan Erik Fjallstein møtur lettiska Kristaps Mickus

Jan McIntosh møtur David Parlby av Jersey

Uni Árting møtur vinnarnum av dystinum ímillum Edwin Thorbjørnson úr Svøríki og Christian Godl úr Eysturríki

Petur Thomsen møtur norska Lars Erik Lindgren.

Í tvímansleiki møta Jan Erik og Petur vinnarnum av einum dysti ímillum eitt niðurlendskt og eitt kataloskt par, ímeðan Jan og Uni møta einum parið úr Sveis

Kvinnurnar eisini spennandi lutakast

Nadja Tondardóttir møtur Valentyna Karnaukh úr Ukraina

Jóna Miðalberg møtur Louise Peterson úr Skotlandi

Theresa Enghamar møtur Anju Springborg Larsen úr Danmark

Beinta Joensen møtur Sandru Ivic úr Kroatia

Í tvímansleiki møta Jóna og Nadja einum parið úr Grikkalandi og Beinta og Thersa møta einum parið úr Kroatia

EM kappingin byrjar mikudagin, tá verður spælt sum lið, tað lutakastið verður tyskvøldið til opening ceremony. Einmansleikur og tvímansleikur verður mikudagin og hósdagin. Vit á Norðlysinum koma at fylgja kappingini frá byrjan til enda. Leygardagin verður stóri finaludagurin, spennandi verður hvussu fer at ganga føroysku leikarunum