Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kreppustýring: Álit gevur ikki av sær sjálvum legitimintet

Tíðindaskriv

Nýggj grein við heitinum “Sceptical Trust: Legitimacy Under Non-Coercive Crisis Governance” kom út í gjár í viðurkenda tíðarritinum Journal of Contingencies and Crisis Management

Rógvi Olavson á Søgu- og samfelagsdeildini hevur skrivað greinina, sum viðger spurningar um legitimitet, álit og tilmæli í føroysku koronastýringini.

Ein av niðurstøðunum er, at álit er eitt týdningarmikið tilfeingi hjá myndugleikum í eini kreppustøðu, men at álit kortini ikki einsamalt er nóg mikið fyri at varðveita legitimitet í kreppustøðum í longri tíðarskeið. 

Kreppur eru í vaksandi mun stýrdar við tilmælum og vegleiðingum heldur enn við formligari lóggávu. Hetta gjørdi seg galdandi í mongum londum undir COVID-19. Spurningurin er tí, hvussu myndugleikar varðveita legitimitet, tá ið undirtøka fyri kreppustýring ikki kann krevjast ella fremjast við formligari lóggávu. Og tá ið fólk heldur ikki kunnu revsast fyri ikki at akta boðum frá myndugleikum.

Henda greinin viðger spurningin um legitimitet við støði í umfatandi spurnakanning frá 2023, har fólk úr Svøríki, Danmark, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum svaraðu, hvussu stórt álit tey høvdu á myndugleikum, og hvussu rímilig ymisk COVID-19-átøk vóru. Tilsamans vóru næstan 6000 fólk við í kanningini.

Akademisku bókmentirnar viðgera álit sum eitt týdningarmikið tilfeingi, men tað kann vera trupult at máta álit, og spurningurin er eisini, um álit av sær sjálvum kann umsetast til praktiska undirtøku í eini kreppustøðu.

Greinin brúkar hugtakið skeptiskt álit hjá Pippa Norris (2022) sum lyndið hjá einum borgara til at skilja millum álit á ein myndugleika og fatanina av ítøkiligum átøkum, sum myndugleikin hevur sett í verk. Niðurstøðan er, at tá ið stýrt verður við tilmælum, skulu myndugleikar ansa eftir at taka álit fyri givið, tí hetta ikki altíð merkir, at borgarin tekur undir við øllum tí, sum myndugleikin setur í verk.

Trý úrslit av kanningini eru verd at nevna. 

Fyrst av øllum er greitt, at álit á myndugleikar og stovnar hongur hagfrøðiliga tætt saman við fatanini av ítøkiligum átøkum, serliga millum eldri borgarar. 

Í øðrum lagi ber til at eygleiða eitt mynstur í 28 prosentum av teimum stívliga 400 føroysku svararunum, sum hava lyndi til at skilja ímillum álit øðrumegin og undirtøku fyri ítøkiligum átøkum, t.d. skúlastongsli og vaksinufremjan, hinumegin. Í kanningini hevði hesin fjórðingurin lutfalsliga stórt álit á myndugleikar, men hevði samstundis lutfalsliga negativa fatan av átøkum, sum viðkomandi myndugleikar settu í verk. 

Í triðja lagi ber eisini til at staðfesta, at hóast føroysku svarararnir í stóran mun søgdu seg vera nøgdar við COVID-19-stýringina, vóru teir samstundis verri nøgdir enn aðrir norðurlendingar við øll tey 14 átøkini, sum spurnarkanningin fevndi um.

Regressjónsgreining vísti haraftrat, at fleiri viðurskifti kundu greiða frá, tá ið álit og undirtøka fylgjast (til dømis aldur og fatan av proportionaliteti), meðan skeptiska álitið illa kundi greiðast frá við demokrafiskum ella hugburðstengdum variablum.

Yvirskipaða niðurstøðan er, at undir kreppustýring við tilmælum kemur legitimitetur ikki av sær sjálvum frá áliti á myndugleikar, men kann broytast sohvørt borgarar áhaldandi meta um, hvussu rímilig átøkini eru undir galdandi umstøðum. Hetta bendir á, at álit er neyðugt, men einsamalt er tað ikki nóg mikið til at varðveita legitimitet í kreppustøðum.

Greinin er opin og kann lesast HER.