M.a. skulu fleiri KÍ-leikarar í dyst í dag og í morgin.
Kl. 17.00 í dag spælir U21-landsliðið í Estlandi. Har kann væntast, at Dávid Reynheim fær ein leiklut.
Í morgin kl. 17.00 spælir A-landsliðið á Tórsvølli móti Kasakhstan í tí, sum sambært greiningarfyritøkum kann blíva ein avgerandi dystur um 2. plássið í bólkinum. Har kann væntast, at Jóannes K. Danielsen og Odmar Færø fáa ein leiklut. Tað er annars óvanligt síðstu árini, at so fáir KÍ-leikarar eru í einum landsliðshópi sum nú. Men Árni Frederiksberg er givin, meðan Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen, Jákup Biskopstø, Hallur Hansson og René S. Joensen eru skaddir ella ikki nóg klárir.
At hava so nógvar skaðar rakar KÍ eisini fíggjarliga í hesum føri. Fyri hvønn landsdyst í Nations League, sum ein leikari er á dómaraseðlanum, fær felagið áleið 27.000 kr. Siga vit, at teir fimm skaddu leikararnir høvdu verið við hesar fýra landasdystirnar, so hevði KÍ fingið eina inntøku afturat uppá 540.000 kr.
