Færri ferðamannaskip í Barcelona. Tað eru greiðu boðini frá José Antonio Donaire Benito, sum eg fríggjadagin hitti á ráðhúsinum, har hann er kommisserur fyri burðardyggari ferðavinnu í býnum.
Ovast á bunkanum eru tøl og frágreiðingar um javnt høga ferðafólkatrýstið í søguliga fleirmilliónabýnum í sólskránni hjá Atlantsflogi, nú summarið fer at lækka og septembur er meir enn hálvrunnin.
Nýggjastu uppskotini á skrivstovuni hjá José eru fyrst og fremst at leggja 24 evrur á hvørt ferðafólk umborð á skipi, at færri ferðafólkaskip sleppa til býin, at einki nýtt hotel verður bygt og at dagferðandi frá øðrum støðum, daytrippers, ikki sleppa ótarnað inn í býin.
Ferðavinnuligu avbjóðingarnar eru mangar í Barcelona.
Les meira her: Færri ferðamannaskip í Barcelona