Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvussu skulu útlendingar læra føroyskt eftir ein langan arbeiðsdag?

Jóhann Lützen

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spyr Bárður á Lakjuni landsstýrismann í mentamálum, hví undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður savnað á trimum miðnámsskúlum, tá útlendsk arbeiðsfólk búgva kring alt landið.

Í einum skrivligum fyrispurningi til Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, vísir hann á, at long ferðing eftir arbeiðstíð kann gera tað torført hjá fólki at fylgja undirvísingini. Hann spyr eisini, hví undirvísing ikki verður skipað í fleiri økjum, millum annað í Vágum, og um arbeiðsgevarar kunnu lata starvsfólk fáa undirvísing í arbeiðstíð.

Jóhannis Joensen vil harumframt vita, hvussu nógvir útbúnir undirvísarar undirvísa í føroyskum sum annaðmál, og um land og kommunur samstarva um tilboðið.