Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík 66 ár seinni: Vágin er vorðin miðbýur

Jóhann Lützen

Tvær loftmyndir av Klaksvík, tiknar í 1958 og 2024, vísa, hvussu nógv býurin er broyttur.

Har stór opin øki og sjóvarmáli síggjast á gomlu myndini, eru nú útfylling, bygningar, vegir og býarlív. Serliga fram við vágini er munurin sjónligur: Tað, sum lá opið í 1958, er í dag partur av miðbýnum.

Umhvørvisstovan hevur lagt myndirnar út og spyr, um fólk kenna Klaksvíkina aftur. Tær geva eitt sjáldsamt høvi at síggja, hvussu býurin hevur vaksið seg út í sjógvin og broytt skap eftir bert 66 árum.