Stellar er nýggja staklagið hjá Onnu Katrin Egilstrøð og NJYD kvartettini. Lagið er partur av tíggju satsa verkinum From Harbour to Harbour, har vatn er reyði tráðurin.
Í Stellar verður hugt út í rúmdina og spurt, um menniskjan einaferð verður noydd at leita eftir reinum vatni aðrastaðni enn á jørðini.
Plátufelagið Tutl gevur lagið út í dag, 25. september.
