Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tøk grundstykkir á Húsum og í Svínoy

klaksvik.fo

Listin yvir tøk grundstykkir, verður dagførdur hósdagin 1. okt. 2026 kl. 12.00. Í løtuni eru 18 kommunal grundstykkir tøk, men 1. okt. leggjast fýra grundstykkir aftrat sølulistanum. 

Á býráðsfundi 24. sep. 2026 samtykti Klaksvíkar býráð at lýsa eitt grundstykki á Húsum og trý í Svínoy til sølu. 
Hesi grundstykkir eru at síggja á sølulistanum og gerast tøk 1. okt. kl.12.00. 

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað.
Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á søluskipanini á heimasíðuni ella við at seta seg í samband við kommununa.

Slóð: Søluskipan

Tøk grundstykkir:

Klaksvík

  • 9 millum Hjalla
  • 8 á Fossum
  • 1 undir Klakki

Húsar

  • 1 Heimigarður 

Svínoy

  • 2 Um Eiði
  • 1 Bøvegur

Kort yvir tøk grundstykkir

Borgarar, sum ynskja at keyp kommunalt grundstykki eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi. 

Slóð: Reglugerð