Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsfólk til Blákolluna

 

Okkum tørvar ein námsfrøðing, atstøðing ella hjálparfólk afturat í okkara góða starvsfólkahóp. Og veist tú hvat? Børnini gleða seg at spæla og uppliva ting saman við tær 🙂

Um Blákolluna
Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við í alt 32 børnum og eina vøggustovu við 10 børnum.

Sum námsfrøðingur í Blákolluni ert tú, saman við starvsfeløgum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemið á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og stuttligan dag.

Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.

Vit bjóða tær:

  • Ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsætlan og virðisgrundarlagi
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Fakligar og persónligar avbjóðingar
  • Ein góðan, jaligan og vælvirkandi starvsfólkahóp
  • Ein stovn, ið arbeiðir við Betri Vinum
  • Tveir ráðleggingardagar um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum og trivnaðarfremjandi átøkum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur útbúgving, royndir ella áhuga fyri at arbeiða við børnum
  • Hevur ein savnandi hugburð
  • Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • Hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barninum
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • Sært møguleikar fram um forðingar
  • Vilt vera við til at mynda stovnin framyvir

Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt starv á 30 tímar at byrja 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Um so er, at ikki øll størvini verða mannað við námsfrøðingum, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv. Vit hava eisini tørv á avloysarum av og á. Hevur hetta tín áhuga? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 13. oktober 2026. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Tú søkir starvið við at trýsta leinkjuna her: Starvsfólk til Blákolluna

Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Jarnskor Ellingsgaard, leiðara, á tlf. 238895.