Endurlýsing: “Uden mad og drikke duer helten ikke” verður ofta tikið til. Tí leita vit eftir einum fólki ella fyritøku, sum hevur hug at gerast partur av okkara arbeiðsumhvørvi.
Í umsitingini eru vit umleið 35 starvsfólk, sum arbeiða tætt saman í einum góðum og virknum arbeiðsumhvørvi. Vit hjálpa hvørjum øðrum, tá tørvur er á tí, og gleða okkum at taka væl ímóti einum nýggjum starvsfelaga.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsstaðurin er í umsitingini í býráðshúsinum, og her fært tú møguleika at seta egnan dám á arbeiðið og gerandisdagin.
Tú skalt millum annað:
Til arbeiðið í køkinum eru sjálvandi eisini innkeyp, uppvaskur og lættari reingerð knýtt, og hetta verður eisini tín uppgáva.
Vit eru ikki kræsin, men seta stóran prís upp á at hava frukt frammi og okkurt grønt á borðinum til miðmála.
Hvør ert tú?
Vit vænta, at tær dámar væl at gera lættari ábit og hugna um. At tú ert røkin, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og hevur eitt gott samstarvssinni.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt starv á millum 20 og 30 tímar um vikuna, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og arbeiðarafeløgini ella Kost- og Føðslufelag Føroya sum føðsluhjálpari ella føðsluatstøðingur. Arbeiðsuppgávur og tímatal verða avtalað saman við rætta umsøkjaranum.
Um arbeiðið verður útint av fyritøku, verður avroknað mánaðarliga. Arbeiðstíðin er í dagtímunum og verður skipað eftir virkseminum í umsitingini, tó í mestan mun millum kl. 9.00/10.00 og 14.30. Starvsbyrjan er 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu.
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her: Køksfólk til umsitingina í Klaksvíkar kommunu
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Onnu Mariu Joensen, stjórnarfyrisitara, á tlf. 224434.
Kundi tú hugsað tær at arbeitt saman við okkum? Send okkum so nakrar reglur um teg áðrenn 14. oktober 2026.
Matmarknaður, gongutúrar, skapandi verkstovur og hugni eru á skránni, tá Heystglóð verður í Klaksvík leygardagin 10. oktobur. Longu mánadagin byrjar…
Við samanleggingini av stovnum, sum húsast í sama bygningi á Hoyvíksvegi 72, hevur samgongan tikið eitt stig til at rationalisera…
Fyrsta fíggjarlógin hjá ABC samgonguni er nú løgd fram, og útlitini eru góð fyri føroyska samfelagið. Tað hevur havt týdning…