Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týskland lækkar avgjaldið á bensin og diesel

Jóhann Lützen

Týska samveldistingið hevur samtykt at lækka orkuavgjaldið á bensin og diesel við umleið 1,25 krónum fyri liturin restina av árinum. Tað skrivar DR.

Danski skattamálaráðharrin, Jakob Engel-Schmidt, fylgir gongdini í grannalandinum og útilokar ikki fleiri tiltøk til frama fyri bilførararnar í Danmark.

– Stjórnin veit, at nógv merkja, at tað er vorðið dýrari at hita bústaðin og fylla tangan. Eg vil ikki útiloka, at vit kunnu gera meira í framtíðini, sigur hann við DR.

Danska stjórnin hevur longu hækkað koyrifrádráttin fyri alt 2026 við afturvirkandi kraft. Ráðharrin heitir á tey umleið 800.000 fólkini, sum ferðast til og frá arbeiði, um at kanna og rætta skattaupplýsingarnar, so tey fáa ágóðan av hækkingini.

Sambært eini uppgerð hjá Tænketanken Europa hava 22 evropeisk lond sett tiltøk í verk fyri at lækka prísin við pumpuna. Hetta er millum annað gjørt við lægri avgjøldum og meirvirðisgjaldi, stuðli og hámarksprísum.

So er spurningurin, um løgmaður og fíggjarmálaráðharrin fylgja hinum týskarunum og lækka avgjøldini.