Klaksvíkar Sjónleikarafelag leitar eftir sjálvbodnum at seyma og gera búnar til barnaleikin „Hitt Gandaða Lyklarholið“.
Ikki er neyðugt at vera serfrøðingur. Øll, sum hava hug at hjálpa og eitt sindur av seymingarevnum, eru vælkomin. Felagið bjóðar eitt hugnaligt umhvørvi, har fólk arbeiða saman um búnarnar til leikararnar.
Áhugað kunnu seta seg í samband við leikstjóran, Biritu Adelu, á telefon 228103.
