RR Consulting og Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hava gjørt avtalu um at verkseta framtíðarætlanina BHS2035. Rúni Rasmussen skal leiða verksetingartoymið, sum longu er farið til verka.
BHS2035 varð samtykt og løgd fram í vár. Ætlanin skal tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu í Suðuroy við brúkarum og búfólkum í miðdeplinum.
Verksetingartoymið skal tryggja, at samtyktu átøkini verða framd, og gera støðulýsingar til leiðsluna og stýrið í BHS.
Sambært avtaluni skal RR Consulting eisini ráðgeva leiðsluni um organisatiónsmenning og verkseting av ætlanini. Felagið leiddi eisini arbeiðið við at menna BHS2035.
Framtíðarætlanin er tøk á bhs.fo.
