Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sober October: 31 dagar uttan alkohol

Jóhann Lützen

Oktober er byrjaður, og summi nýta mánaðin til at taka ein steðg frá alkoholi. Undir heitinum Sober October er avbjóðingin at lata øl, vín og brennivín standa í 31 dagar

Ein slíkur steðgur kann vera eitt høvi at merkja eftir, hvussu alkohol ávirkar svøvn, sinnalag og orku í gerandisdegnum.

Danski læknin Søren Valgreen Knudsen valdi at taka eitt heilt ár uttan alkohol. Hann hevði lagt til merkis, at sjálvt fáir drykkir kundu geva honum vánaligan svøvn og fleiri dagar við lítlari orku.

Hann drakk ikki stórar nøgdir, men alkohol var ofta ein natúrligur partur av ráðstevnum, døgurðum og samveru við vinum. Tá hann gjørdist pápi, fekk tørvurin á meira orku í gerandisdegnum størri týdning.

Fyri at halda fast við avgerðina skrivaði hann alment á LinkedIn um árið uttan alkohol. Tað gjørdi tað truplari at bakka.

Sober October leggur upp til eina styttri roynd: Ein mánað uttan alkohol og eitt høvi at hyggja nærri at egnum vanum.

Les meira um Sober October her