Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hav Frakt í samanstoyti við tvey onnur skip

Jóhann Lützen

Farmaskipið Hav Frakt hjá føroyska reiðarínum Navigare var í nátt í samanstoyti við tvey onnur skip í Valderhaugfjørðinum við Ålesund. Eingin fekk fólkaskaða, men øll trý skipini fingu skaða.

Hav Frakt var á veg norðureftir úr Karmøy til Vesterålen, tá samanstoyturin hendi. Sjey fólk vóru umborð.

– Tað kendist ikki so dramatiskt hjá okkara manning, sigur Álvur Højgaard, stjóri í Navigare Shipping & Logistics, við NRK.

Hann upplýsir, at royndir navigatørar vóru umborð, sum hava siglt í økinum í fleiri ár.

Hini skipini vóru farmaskipið Bergfjord og tangaskipið Xanthia. Til samans vóru 30 fólk umborð á teimum trimum skipunum. Bergfjord tekur sjógv inn, men eingin tørvur var á at flyta manningarnar av skipunum.

Norska bjargingarmiðstøðin fekk neyðarkallið klokkan 01.37 norska tíð. Bjargingartyrlan, fregattin Fridtjof Nansen og bjargingarbátar vóru send til staðið.

Orsøkin til samanstoytin er enn ókend. Sambært bjargingarmiðstøðini vóru øll skipini í sigling, og boðað varð frá vánaligum sýni og myrkri í økinum.

Løgreglan kannar nú elektronisk spor og avhoyrir tey avvarðandi. Skipini skulu kannast, áðrenn tey kunnu sigla víðari.