Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ov fáar umsóknir til varastjórastarvið

Jóhann Lützen

Heilsu- og orkumálaráðið lýsir varastjórastarvið við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum leyst av nýggjum. Ráðið metir, at umsóknargrundarlagið ikki er nóg breitt at halda fram við setanini.

Umsóknarfreistin var 28. september. Nýggja freistin er fríggjadagin 30. oktober klokkan 12.

Varastjórin hevur ovastu læknafakligu ábyrgdina í Sjúkrahúsverkinum, er partur av felags leiðsluni og læknafakligur ráðgevi hjá ráðnum.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini, teirra millum Klaksvíkar Sjúkrahús, og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Har eru umleið 1.200 ársverk, og árligi raksturin er umleið 1,2 milliardir krónur.

Starvslýsingin sæst her.