Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gandakellingin á ferð

Jóhann Lützen

Søgur um sokallaðu gandakellingina í Skúvoy vórðu fortaldar við undran um alt landið í seinnu helvt av 19. øld. Hendan konan, sum segðist at biðja ilt yvir fólki, sum fekk bátar at ganga burtur, sum dugdi at slætta sjógv og at ganda blóðmørsindur fram á sjónum og at ganda hoyggj saman, umframt mangt, mangt annað, sum hon, Sára Malena Guttórmsdóttir varð løgd undir at hava framt. Gandur, pátrúgv og gudsótti hvørt um annað var andaliga jørðildið, sum Sára Malena vaks upp í og livdi í til sín deyða í 1903. Fólk óttaðust hana og illa varð hon viðfarin. Av summum. Av øðrum var hon mett at vera tað hon var: Ein fátøk, einsamøll, barnleys einkja, sum mangan var ein dyggur stuðul hjá teimum, sum onki høvdu.

Fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen, sáli, savnaði søgur, sum livdu á mannamunni og skrivaði grein um Sáru Malenu í tíðarritinum BRÁ í 1984. Sólrun Michelsen gjørdi hana landskenda, tá hon í 2023 útgav skaldsøguna Sára Malena – seinasta gandakellingin í Føroyum. Nú hava Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð, tvær kellingar úr ávíkavist Tvazz og Grugg leikbólkunum, skapað ein einrøðuleik, har gandakellingin úr Skúvoy fær orðið. Tann 13. juni í ár var almenna frumframaførslan úti í Skúvoy – á sama degi í 1903 andaðist Sára Malena. Viðmælini frá áskoðarum hava verið framúr.

Brot úr viðmælum:

“…Gunnvá transformerar Sáru Malenu til nútíðina og ger hennara einsligu, fátæksligu og útsettu støðu í samfelagnum opinbera og greiða. Í dag vildu vit kalla hana – og setta hana í hagfrøðisliga teigin – ekstreman fátækraváða, sum fleiri børn í dag vaksa upp í….” Birgblogblogspot.com, 13. Juni

“”Gandakellingin úr Skúvoy” Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð. Gunnvá spælir – so meistarliga, eisini. Eg var so heppin at vera til frumframførsluna í dag í Skúvoy. Ein vinkona og eg fóru. Og tað var so ótrúliga gott! Gunnvá var heilt ótrúlig – einsamøll á palli í ein góðan tíma. Sum eg eri imponerað av júst tí. Skiftir ímillum persónar gjøgnum allan leikin. Og pallurin var “bara” eitt lítið gólv, ein krakkur og ein ljósastaki. So imponerandi, altso. Og søgan um Sáru Malenu, gandakellingina, er so góð og so syrgilig. Eg bæði flenti og græt. So eg vil ráða tykkum til at fara, vinir. Leikurin verður at síggja í heyst, sum eg skilti. Farið!” Miriam Nolsøe Johannesen á Facebook 13. Juni.

Nú fer hon á ferð kring landið. Ellivu framførslur eru fyribils settar á skrá og leggjast helst fleiri støð aftrat seinni í vetur. Avmarkað áskoðarapláss eru til hvørja sýning, so leikurin kann koma út í at kalla hvønn krók í landinum.

Framførslur í heyst:

8. okt. kl. 20.00 Testovan Marin Malena í Biskupsstøðgarði í KLAKSVÍK (útselt)

9. okt. kl. 20.00 Virkið á SANDI (útselt)

10. okt. kl. 18.00 á Keldu í SKÁLAVÍK

11. okt. kl. 18.00 Sólarris í HÚSAVÍK

12. kt. kl. 20.00 Eiriksgarður í DALI

14. okt. kl. 20.00  Listastovn í MIÐVÁGI

18. okt. kl. 15.30 Kolshøll á EIÐI (útselt)

25. okt. Gamla Dansistovan í SKOPUN

26. okt. kl. 20.00 Dansistovan í SUMBA

27. okt. kl. 20.00 Stóra Pakkhús í VÁGI 

28. okt. kl. 19.30 Royndarhúsið í NÓLSOY

Billettir á atgongumerki.fo ella við dyrnar undan sýning.

Leikurin er uml. 60 min uttan steðg. Aldursmark 15 ár

Vælkomin til okkara tulking av søguni um Sáru Malenu.

Hugskot og konsept:          Gunnvá Zachariasen

Leikstjórn:                          Ria Tórgarð

Leikari:                               Gunnvá Zachariasen 

Leikrit: Gunnvá og Ria hava skrivað og skapað einrøðuleikin við íblástri úr keldum frá Eyðun Andreassen úr BRÁ (1984), Kristian Osvald Viderø Saga Skúvoyar, Skúvoyarsøgu eftir Petur Andreassen og skaldsøguni Sára Malena -seinasta gandakelling í Føroyum (Sprotin 2023) eftir Sólruna Michelsen, umframt øðrum keldum og úr egnum hugaheimi.