Endurlýsing
Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund til Sjúkrahúsverkið verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.
Umframt at vera varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum virkar tú eisini sum læknafakligur ráðgevi fyri stjórnarráðið.
Varastjórin við læknafakligari bakgrund er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum, og mannar saman við sjúkrahússtjórunum og hinum varastjórunum leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum
Førleikar
Lønar- og setanartreytir
Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya og lønt sum “lægelig direktør” á lønarstigi 53 umframt viðbøtur. Møguleiki er fyri tíðaravmarkaðari setan.
Setanarmyndugleikin er Heilsu- og orkumálaráðið. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og orkumálaráðið og stovnar undir ráðnum. Nærmasti leiðari er forstjórin fyri Sjúkrahúsverkið.
Tann, ið settur verður, skal tola møguligar broytingar í starvinum.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í Heilsu- og orkumálaráðnum, teldupost bjorgfrid@homr.fo, tlf. +298 304050 ella til Per Busk, forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið, teldupost perbu@ls.fo, tlf. + 298 304500, lokal 1001.
Umsóknarfreistin er 30. oktober 2026 kl. 12:00.
Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum og CV skal sendast til homr@homr.fo ella til:
Heilsu- og orkumálaráðið
Kopargøta 1
FO-100 Tórshavn
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Samanlagt eru 169 sengur, umleið 1.200 ársverk og ein árligur rakstur á umleið 1,2 mia. kr. Í Sjúkrahúsverkinum eru árliga umleið 12.000 innleggingar, 130.000 ambulantar viðgerðir, 5.000 skurðviðgerðir umframt 1.900 sjúklingar í viðgerð uttanlands. Sjúkrahúsverkið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og starvast konsulentar innan ymiskar sergreinar eisini regluliga í Sjúkrahúsverkinum. Upplýsingar um sjúkrahúsverkið síggjast á – www.sjukrahus.fo.
»Telefonin er ikki bara ein tíðartjóvur – men ein lívstjóvur«. Tað er greiði boðskapurin hjá virðislønta Jakob Sorgenfri Kjær í…
Atlantic Petroleum hevur gjøgnum eitt felag undir stovnan søkt Jarðfeingi um loyvi til leiting og framleiðslu í føroyskum øki. Atlantic…
Ein fíggjarlóg skal bæði tryggja javnvág í landskassanum og góð kor hjá fólkinum. Tað var høvuðsboðskapurin hjá Eyðgunn Samuelsen, framsøgukvinnu…