Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar liggur næsta milliardin í maritimu vinnuni?

Jóhann Lützen

Føroyskar havnir, orka og maritimar tænastur verða í miðdeplinum, tá North Atlantic Growth Summit verður hildið 29. apríl 2027. Ráðstevnan skal savna vinnulív og myndugleikar um møguleikarnar fyri vøkstri í Norðuratlantshavi.

Høvuðsspurningurin verður, hvar næsta milliardin í føroysku maritimu vinnuni liggur, og hvussu Føroyar kunnu styrkja sítt kappingarføri.

Sambært fyriskiparunum skapa vaksandi virksemi í Norðuratlantshavi, íløgur í undirstøðukervi og grøna orkuskiftið nýggjar møguleikar. Samstundis harðnar kappingin um farm, íløgur, fyritøkur og arbeiðsmegi.

Á skránni verða millum annað kappingin millum havnirnar, Føroyar sum møgulig orkumiđstøð, fígging, grøna orkuskiftið og politisku karmarnir um vinnuna. Eisini verður viðgjørt, hvussu lendis- og býarplanlegging kann rúma maritimum tørvi.

– Spurningurin er ikki, um menning kemur til Føroyar, men hvør er við til at mynda hana, sigur Ólavur í Geil, stigtakari til ráðstevnuna.

Endamálið er at leggja lunnar undir ítøkiligar loysnir, nýggj samstarv og raðfestingar, sum kunnu økja føroysku virðisskapanina.