Øll atgongumerkini til konsertina við Marius Ziska í Kappróðrarneystinum í kvøld eru seld.
Konsertin er partur av Heystglóð, sum Visit North skipar fyri í Klaksvík. Við Mariusi á pallinum verða Kristoffer Mørkøre á bassi og Magnus Jóhannessen á klaveri.
Dyrnar lata upp klokkan 20, og konsertin byrjar klokkan 21.
