Klaksvík
4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Eli Østerø í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda

Betesda

Hvønn sunnudagsskúla er ein bíbliuløta fyri foreldur og onnur vaksin kl. 13:00, meðan børnini eru í flokkunum. Jákup Eli Østerø talar hesaferð. Kl. 14:30 er enskt møti, og kl. 18:00 evangeliskt møti.

Við tí endamáli at geva okkum øllum góðan andaligan førning inn í tann nógv upptikna dagligdagin byrjaði samkoman fyrst í juni at hava hesa bíbliuløtuna í sunnudagsskúlanum fyri foreldur og onnur vaksin, sum hava áhuga.

Higartil er hetta átak eydnast væl. Jens Kristian Olsen hevur gjøgnumgingið Efesusbrævið, Símun Absalonsen er ávegis at ganga ígjøgnum Rómbrævið, og í løtuni tekur Jákup Eli Østerø nakrar sunnudagar, har hann viðgerð ymisk bíbils evnir. Aðrar gjøgnumgongdir av evnum og bókum í Bíbliuni komandi mánaðirnar verða tilrættalagdar.

Skráin fyri sunnudagin er henda:

Kl. 11:00-12:15 Morgunmøti

Kl. 12:15-13:00 Kaffi í gongini (beint eftir morgunmøtið)

Kl. 12:30-13:00 Sunnudagsskúlin byrjar við sangi í salinum

Kl. 13:00-13:30 Børnini fara í flokkarnar + Bíbliuløta í salinum

Kl. 14:30-15:30 Enskt møti

Kl. 18:00-19:00 Evangeliskt møti

Hjartaliga vælkomin 😊