(Dystarfrásøgn) KÍ vann stórsigur móti HB á heimliga Tórsvølli
KÍ var greitt betra liðið meir enn helmningin av dystinum og vann 3-0.
Bæði liðini vóru skerd til dystin. Hjá HB manglaðu Bartal Wardum, Noah Mneney og Stefan Radosavljevic, meðan hjá KÍ manglaðu Hallur Hansson, René S. Joensen, Gilli R. Sørensen, Oussama Ali, Jean Carlos, Patrik Johannesen og Páll A. Klettskarð.
KÍ sat tungt á fyrra hálvleiki
Dysturin bleiv á dystardegnum fluttur á Tórsvøll, tí graslíkið á ovara vølli var skrrædnað. Hetta gav KÍ helst ein fyrimun, tí síðani 2023 hevur KÍ nokk spælt fleiri dystir á Tórsvølli enn HB.
KÍ hevði eisini liðskiparan Jákup Biskopstø við aftur frá byrjan fyri fyrstu ferð síðani 28. juni móti 07 Vestur, tá hann fór út í hálvleikinum við støðuni 0-0.
KÍ setti seg tungt á dystin frá byrjan og í 7. minutti sendi Jákup ein bólt til Erlend Hustad, sum rann einsmallur móti málinum og skoraði til 1-0. Erlend er ein av leikarunum, sum skal avloysa skadda Páll A. Klettskarð síðstu umførini. KÍ helt fram at stýra dystinum og næstan allan fyrra hálvleik var einvegis ferðsla, har KÍ skuldi havt ført meir enn 2-0.
HB spældi og KÍ skoraði
Í seinna hálvleiki vendist leikgongdin. HB byrjaði heilt ørvísi og spælið gekk fyri seg á KÍ-hálvuni. Tá eitt korter var farið legði KÍ-málverjin Mark F. Jensen seg niður og so steðgaði dysturin. Tað sama gjørdi HB-málverjin Bjarti V. Mørk eftir 19 minuttum. Í báðum førum kundi ein freistast at hugsað, at teir gjørdu hetta tilvitað fyri at steðga dystargongdini og at geva sínum liði møguleikan at rætta uppá nøkur ting.
HB kom tó ikki til heilt stóru málmøguleikarnar og sum fráleið javnaði dysturin seg aftur. Innskiftu álopsleikararnir hjá KÍ gjørdu mun og avgjørdu. Fyrst Martin Gonzales við góðum skoti eftir upplegg frá Dávidi Reynheim og í síðsta minutti sendi sami Martin bóltin til ein púra leysan Dávid, sum skoraði móti barndómsfelagnum til úrslitið 3-0.
KÍ endar í topp 2
Við hesum sigrinum hevur KÍ næstan tryggjað sær eina topp 2 endastøðu sætta árið á rað. Sjey stig eru niður til HB og bara níggju stig eru eftir at kappast um. Skal KÍ vinna FM, so skal hjálp til og hon kom ikki frá Skála í dag. Tað sær ivasamt út, um tann neyðuga hjálpin kemur til KÍ, tí av siðstu trimum dystunum hjá NSÍ, so eru tveir móti teimum báðum aftastu liðunum í deildini umframt heimadyst móti HB, meðan KÍ hevur B68, B36 og Víking eftir.
