Klaksvík
6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Leysasøgur í Havn senda Deni Pavlovic til HB

Jákup Ósá

Tað kom fram í Televarpinum í dag.

Tá liðini blivu kunngjørd í Televarpinum í dag kom fram, at tann útlendski leikarin, sum hevur spælt longst við KÍ, skiftir til HB í 2027, um hald er í leysasøgunum í Havn.

– Søgurnar siga, at hann endar í HB komandi kappingarár. Akkurat hvar tær søgurnar koma frá og hvussu nógv hald er í teimum skal verða ósagt. Men tað er ein søga, sum rekist her í Havn, segði frásøgumaðurin Tróndur Arge í Televarpinum undir dagsins frásøgn.

33 ára gamli Deni Pavlovic hevur sáttmála við KÍ fyri 2027, men so er spurningurin, um onkur áseting (’’klasulur’’) er í sáttmálanum, sum ger eitt slíkt skifti møguligt.