Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið

Betesda

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 14. oktober kl. 20 í Betesda talar John í Skemmuni.

John í Skemmuni er føddur og uppvaksin í Porkeri, har hann og konan, Rutt, búgva í dag. Børn teirra eru Sigrid, Pætur, Ása og Eva, og barnabørnini eru í dag 9 í tali.

Eftir lokna læraraútbúgving, starvaðist John sum lærari frá 1979 til 1987, tá hann valdi at fara út í fulltíðar tænastu sum trúboðari her heima í Føroyum.

Í tænastuni virkar John í og út frá brøðrasamkomunum, bæði á síni heimaoyggj, Suðuroy, og við at vitja náðisystkin og samkomur kring landið.

Ein partur av tænastu hansara er at vitja samkomurnar, og mikukvøldið verður hann í Betesda, har hann fer at hava ein boðskap á møtinum kl. 20.

Hjartaliga vælkomin 🙂