Síðani landsstýrið varð skipað 13. apríl hava stjórnarráðini skrásett ferðaútreiðslur fyri tilsamans 3.417.048 krónur. Landsstýrisfólkini hava samanlagt verið 95 dagar uttanlands í arbeiðsørindum.
Tað upplýsir Beinir Johannesen, løgmaður, í svari til ein § 52a-fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið hevur størstu ferðaútreiðslurnar við góðum tveimum milliónum krónum. Av hesum hoyra umleið 1,48 milliónir til uttanríkismál og 564.000 krónur til fiskivinnumál.
Løgmaður leggur dent á, at uppgerðin fevnir um ferðir hjá bæði landsstýrisfólkum og embætisfólkum – eisini tá embætisfólk ferðast uttan landsstýrisfólk.
| Stjórnarráð | Ferðaútreiðslur | Dagar uttanlands hjá landsstýrisfólkinum |
|---|---|---|
| Løgmansskrivstovan | 423.521 kr. | 13 |
| Uttanríkis- og fiskimálaráðið | 2.041.818 kr. | 30 |
| Fíggjarmálaráðið | 118.639 kr. | 5 |
| Vinnumálaráðið | 206.641 kr. | 12 |
| Almanna- og bústaðamálaráðið | 147.504 kr. | 6 |
| Heilsu- og orkumálaráðið | 283.784 kr. | 16 |
| Mentamálaráðið | 195.141 kr. | 13 |
| Tilsamans | 3.417.048 kr. | 95 |
Steffan Klein Poulsen spyr millum annað, um pengarnir og arbeiðsorkan kundu verið raðfest betur, og um landsstýrisfólk við innlendismálum røkja føroysk áhugamál best við at vera í Føroyum.
Løgmaður svarar, at ferðing skal vera neyðug og viðkomandi. Hann vísir samstundis á, at størri føroysk luttøka í altjóða samstarvi eisini krevur fundarluttøku uttanlands.
Sambært løgmanni er 2026 eitt serligt ár. Føroyar og Danmark hava felags formansskap í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og Føroyar hava saman við Grønlandi og Danmark formansskapin í Arktiska Ráðnum. Hetta hevur økt ferðavirksemið.
Norðurlendski formansskapurin endar við árslok, og løgmaður væntar tí minni ferðing knýtta at honum í 2027.
Fyrivarni verður tikið fyri, at einstakar útreiðslur kunnu verða bókaðar á annað stjórnarráð í endaliga landsroknskapinum.
