KÍ, Stjørnan, Klaksvíkar Róðrarfelag og Mentanarhúsið í Klaksvík eru millum feløgini og stovnarnar, sum eru skrásett við skattafrælsi í Føroyum. Listin fevnir um ítrótt, mentan, hjálpararbeið og átrúnaðarligt virksemi.
Í einum yvirliti, dagfestum 12. oktober 2026, eru 200 aktivar eindir skrásettar undir heitinum „Skattafrælsi“. Norðlýsið hevur fingið innlit í yvirlitið frá TAKS, sum fevnir um feløg, grunnar og sjálvsognarstovnar kring landið.
Fleiri væl kend feløg og stovnar í Klaksvík eru við. Millum teirra eru Klaksvíkar Ítróttarfelag, hondbóltsfelagið Stjørnan, Klaksvíkar Róðrarfelag, Klaksvíkar Badmintonfelag og Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
Eisini eru Mentanarhúsið í Klaksvík, Klaksvíkar Sjómansheim, Íverksetarahúsið, Heimavirkið 1912, Áhugafelagið Nólsoyar Páll, Eysturhjálp og Árnfjarðar Róðrarfelag á listanum.
Ítróttarfeløg kring landið
Ítrótturin fyllir nógv í yvirlitinum. B36, HB, Víkingur, NSÍ, ÍF, TB, 07 Vestur, EB/Streymur og fleiri onnur bóltfeløg eru skrásett.
Harumframt eru Ítróttasamband Føroya, Fótbóltssamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya, Flogbóltssamband Føroya og fleiri onnur sersambond við. Listin fevnir eisini um róðrar-, fimleika-, svimji-, skjóti- og talvfeløg.
Hjálparfeløg og mentanarstovnar
Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Barnabati, Krabbameinsfelagið, Javni, MEGD, Sinnisbati, Autismufelagið og ADHD-felagið eru millum hjálpar- og áhugafeløgini á listanum.
Innan mentan eru millum annað Aldubáran, Plátufelagið Tutl, Føroya Fróðskaparfelag, Havnar Sjónleikarafelag og Havnar Hornorkestur skrásett. Eisini eru G! Grunnurin, Bindifestivalurin í Fuglafirði og Dansibandsfestivalurin í Vági við.
Á listanum eru harumframt átrúnaðarlig feløg og stovnar, eitt nú Keldan, Zarepta, Føroyska Bíbliufelagið og kristiligu kringvørpini IKTUS og SJEY.
Yvirlitið vísir skrásetingina við skattafrælsi, men upplýsir ikki grundgevingina ella treytirnar fyri skattafrælsinum hjá hvørjari einstakari eind. Høvuðstreytin er, at inntøkan sambært viðtøkunum einans skal nýtast til alment gagnlig endamál. TAKS skal játta skattafrælsið, sum kann vera fult ella avmarkað. Hetta er ásett í skattalógini § 3, stk. 3. logir.fo
Sí virkini niðanfyri.
