Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í rúma tíð samráðst um at endurnýggja sáttmálan partanna millum, sum fór úr gildi 1. januar 2026.
Tá partarnir ikki sjálvir megnaðu at koma á mál við einum sáttmála varð avtala gjørd um at fáa Semingsstovnin upp í samráðingarnar.
Í gjár týsdagin 13. oktober royndi Semingsstovnurin semju millum partarnar. Semingsuppskot varð lagt fyri partarnar um kl. 22.00. Partarnir fingu síðani freist at svara til mikudagin á middegi tann 14. oktober.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók einmælt undir við at góðkenna semingsuppskotið.
Handverkarafeløgini valdu hinvegin at vraka semingsuppskotið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um støðuna, men vónar, at partarnir skjótast finna eina loysn, sum báðir partar kunnu taka undir við.
