Málverjin hjá KÍ síðstu trý árini heldur ikki fram.
29 ára gamli Mark F. Jensen kom til KÍ í 2024. Danin kom frá norskum fótbólti. Hann hevur verið fyrsti málverji størsta partin av tíðini síðani tá og í 2025 var hann valdur til ársins málverja í Føroyum. Nú váttar hann fyri Norðlýsinum, at dysturin móti Víkingi í 27. umfari eftir ætlan verður hansara síðsti í Føroyum á hesum sinni. Mark hevur tikið avgerð um at fara aftur til Danmarkar. Hann er sera takksamur fyri tíðina í KÍ.
– Fyrst og fremst vil eg fegin takka felagnum fyri trý góð ár. Eg havi kent meg stoltan hvørja ferð, eg havi umboðað felagið, og eg havi altíð gjørt mítt allarbesta. Mínar størstu løtur á fótbóltsvøllinum havi eg upplivað við KÍ-merkinum á bringuni. At hava ein stóran leiklut í The Double-sigrinum í fjør og at hava fingið nógvar royndir í Evropa er nakað av tí størsta, eg havi upplivað sum fótbóltsleikari. Tað harmar meg framvegis, at tað ikki endaði við einum deildarspæli í Evropa, men eg vóni, at eg kann vera við til at geva felagnum enn eitt gullheiðursmerki sum farvæl, sigur Mark F. Jensen við Norðlýsið.
Ein partur av býnum
Mark F. Jensen er ein av útlendsku leikarunum, sum hevur tikið býin til sín. Nakað sum ikki longur skal takast fyri givið.
– Eg vil eisini fegin takka Klaksvík sum býi. Gjøgnum arbeiðið hjá mær í kommununi havi eg fingið eitt serligt tilknýti til býin og nógv fólk her. Tað hevur gjørt, at eg ikki bara havi kent meg sum ein fótbóltsleikara hjá liðnum í býnum, men sum ein part av býnum og tí sterka lokala samanhaldinum, sigur ein takksamur Mark F. Jensen at enda.
Sambært FaroeSoccer er Mark F. Jensen skrásettur fyri 60 dysir í bestu deildini og 18 altjóða dystir fyri KÍ.
